140x140

Flogfenaðhald

Nú alt fleiri fáa sær hønur, er umráðandi at kommunur hava sett reglugerðir í gildið fyri flogfenaðhald. Endamálið við reglugerðunum er m.a. at fyribyrgja, at flogfenaður er til ampa fyri fólk í grannalagnum og at fyribyrgja rottu í nærumhvørvinum. Reglugerðin ásetur m.a. treytir fyri hús, búr, girðingar og tílíkt. Eisini eru krøv um, hvussu fóður skal goymast og gevast fyri at fyribyrgja, at flogfenaðhald dregur rottu at sær.

Umhvørvisstovan mælir kommunum til at seta reglugerð um flogfenaðhald í gildi. Reglugerðin kann gerast sambært § 23 í kunngerð um umhvørvisreglur, og skal góðkennast av Umhvørvisstovuni.

Av tí at Umhvørvisstovan hevur gjørt ein leist fyri reglugerð um flogfenaðhald, er tað ómakaleyst hjá kommunum at gera og seta í gildið egna reglugerð um flogfenaðhald. 

Reglugerðin um flogfenaðhald kann gerast eftir hesum leisti.
 

Vilt tú vita meira, so ring til okkum, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Flogfenaðhald